West Ham vann fyrsta dystin á nýggja leikvøllinum

Nýggi heimavøllurin hjá West Ham varð tikin í nýtslu í gjárkvøldi.

Fyrr í ár segði West Ham farvæl til Boleyn Ground, ið eisini er kent sum Upton Park. Hesin leikvøllur hjá felagnum úr eystara partinum av London hevur verið heimið hjá West Ham frá 1904 til í ár, og hevur hann sostatt 112 ár á baki.

 

Nýggi heimavøllurin hjá West Ham er olympiski leikvøllurin í London, sum varð bygdur í samband við olympisku leikirnar, ið vórðu hildnir í London í 2012. Olympiski leikvøllurin liggur slakar fimm kilometrar frá Boleyn Ground, og tískil er heimavøllurin fluttur rættiliga nógv í geografiskum týdningi.

 

Fyrsti dysturin hjá West Ham á olympiska leikvøllinum, sum tekur 60.000 áskoðarar, varð spældur í gjár. Talan var um seinna undankappingardyst hjá West Ham til Europa League ímóti Domzale úr Slovenia. Undan dystinum var trýst á The Hammers, sum felagið eisini verður nevnt, tí at fyrra dystin í Slovenia hevði Domzale vunnið 2-1.

 

Tað var tó ongin slingur í valsinum hjá West Ham í gjár - felagið við litunum, ið minna um klassisku litirnar hjá AB, vann ein tryggan sigur áljóðandi 3-0. Tvey tey fyrstu málini skoraði senegalski Cheikhou Kouyaté, meðan nýggja keypið hjá West Ham frá Valencia, Sofiane Feghouli, slerdi sigurin fastan. West Ham er komið víðari til komandi undanumfar við einum samanløgdum sigri á 4-2.

 

Nýggi leikvøllurin var næstan fullur í gjár, tí at almenna áskoðaratalið var 53.914 áskoðarar. Hetta er nýtt áskoðaramet hjá West Ham.