West Ham vann á Liverpool

Ein framúr byrjan var grundarlagið undir West Ham sigrinum á Liverpool í kvøld

West Ham vann í kvøld heldur yvirraskandi móti favorittunum úr Liverpool. Hóast sigurin var yvirraskandi, var talan tó um sannførandi avrik frá West Ham.

 

Frá byrjan av legði West Ham trýst á Liverpool liðið, og trýstið gav veruliga úrslit fyrstu løtuna, tí støðan aftaná 7 minuttir var longu 2-0 til West Ham.

 

Eitt korter áðrenn hálvleik kom Liverpool tó inn aftur í dystin, tá Raheem Sterling smekkaði bóltin í kassan, eftir at Mario Balotelli hevði lagt væl upp.

 

Tí var væntandi at Liverpool í seinna hálvleiki fór at leggja heimaliðið undir stórt trýst, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið fyri heimaliðið. Tað var í staðin West Ham, ið økti um leiðsluna, tá fáir minuttir vóru eftir.

 

Sostatt hevur Liverpool fingið eina heldur trilvandi Premier League byrjan. Sjónligt var eisini í kvøld, at tveir av stóru profilunum frá farna kappingarárið, Luis Suarez og Daniel Sturridge, manglaðu á Liverpool liðnum.

 

 

West Ham – Liverpool 3-1 (2-1)

1-0 Winston Reid, 2.

2-0 Diafra Sakho, 7.

2-1 Raheem Sterling, 27.

3-1 Morgan Amalfitano, 88.