Beint fyri at freistin av flyta felag í Onglandi gekk út, keypti West Ham tveir nýggjar spælarar. Í báðum førum var talan um álopssinnaðar spælarar. West Ham gjørdi avtalu við 30 ára gamla Henri Camara, sum hevur spælt í Wigan, og við 32 ára gamla Nolberto Solano, sum kemur úr Newcastle. Solano vildi sleppa til London at búgva, so hann kundi verða nærri familjuni hjá sær, og næsta árið spælir hann tí í West Ham.
Tíðindi