Verjuspælarin Calum Davenport, sum spælir fyri West Ham, var fríggjanáttina stungin niður í heimi í sínum. 26 ára gamli Davenport var staddur heima saman við mammu síni, og tey vórðu bæðin stungin av knívi. Ringast gekk tað út yvir Davenport, sum varð lagdur undir skurð á sjúkrahúsi, og sagt verður, at hann er heppin at verða á lívi. Eftir øllum at døma var ein uppgerð millum ein familjulim og eitt vinfólk orsøk til tilburðin.