West Ham áhugað í Downing

West Ham United umhugsað eitt boð upp á Ongland vongin hjá Liverpool, Stewart Downing í kjalarvørrinum av keypinum av Andy Carroll fyri 135 milliónir krónur.

 

Stewart Downing hevur ikki livað upp til vónirnar eftir at hann varð keyptur frá Aston Villa fyri 180 milliónir krónur av fyrrverandi venjaranum, Kenny Dalglish í juli 2011.

 

28 ára gamli Downing er ein av møguleikunum, sum Sam Allardyce umhugsar, fyri at gera sum mest brúk av Carroll, og hann kann para leikararnar aftur í West Ham.

 

Carroll var ein annar Dalglish handil, sum Liverpool tapti 180 av teimum 225 milliónunum upp á, sum felagið gav Newcastle fyri áleyparan. Og tað er eisini sannlíkt, at Liverpool má staðfesta eitt stórt tap, um West Ham bjóðar upp á Downing.

 

Downing fekk at vita í desember frá venjaranum, Brendan Rodgers, at honum stóð frítt at fara, men síðani vann hann plássið á liðnum aftur.

 

Áhugin hjá Liverpool fyri 86 milliónir metta, Tiago Llori, hjá Sporting Lisbon, er minkaður, tí Liverpool metir ikki leikaran so nógv verdan.