West Ham hómar bjargingina

Íslendska ævintýrið í West Ham er kanska ikki heilt misneydnað. Leingi hevur liðið mest av øllum verið eitt tað besta boðið upp á ein niðurflytara, men seinastu vikurnar er vend komin í.

Leygardagin spældi West Ham móti Bolton, og her vunnu teir ein tryggan 3-0 sigur. Serstakliga tykist Carlos Tevez nú av álvara at blóma. Við einum perlumáli upp á fríspark og eitt meira einfalt úr stuttari fjarstøðu var hann maðurin, sum sendi London-felagið á sigurskós. Og hann átti eisini sín lut, tá dysturin var sløktur við einum framúr vøkrum heilfluktara frá Mark Noble.

Sigurin ber við sær, at West Ham nú er trý stig frá Wigan, sum er á trið niðasta plássinum í Premier League. Wigan spælir á seinasta leikdegi á útivølli móti Sheffield United. Tá skal West Ham spæla útidyst móti nýkosnu meistarunum úr Manchester United.

Eisini Charlton, sum eru næstniðastis, kunnu vinna West Ham aftur. Hetta krevur tó, at Charlton vinnur báðar sínar seinastu dystir. Hesir eru á heimavølli móti Tottenham og á útivølli móti Liverpool.