West Ham fór við yvirskriftini

Europa League: Tað er ikki oftari enn so, at West Ham er yvirskriftin mitt í viku

Tað er nú klárt til lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Europa League, eftir at tær sjey seinnu 1/8 finalurnar blivu spældar í gjár. RB Leipzig er víðari uttan dyst, tí russiska Spartak Moskva er útihýst.

 

Reyða Stjørna (0)–(3) Rangers 2-1 (2-4 samanlagt)

 

Rangers kom undir trýst frá dystarbyrjan, tí Reyða Stjørna skoraði longu aftaná tíggju minuttir, men við máli frá Ryan Kent miðskeiðis seinna hálvleiki fekk Rangers tamarhald á uppgerðini og er víðari.

 

Monako (0)–(2) Braga 1-1 (1-3 samanlagt)

 

Tað hevur annars gingið rímiliga væl hjá fronskum feløgum í Evropa í ár, men nú eru feløg sum PSG, Lille og eisini Monako útsligin. Monako kláraði ikki at venda einum 2-0 tapi móti Braga.

 

Leverkusen (2)–(3) Atalanta 0-1 (2-4 samanlagt)

 

Atalanta hevur nú skorað í 12 útidystum í Evropa upp í slag. Hesa ferð kom málið ikki fyrr enn í yvirtíðini, tá Jeremie Boga tók broddin av trýstinum frá Leverkusen. Atalanta er millum feløgini, sum ikki hava vunnið í Evropa fyrr, men er millum favorittarnar í ár.

 

Galatasaray (0)–(0) FC Barcelona 1-2 (1-2 samanlgt)

 

Heimaliðið kom á odda og eina løtu lúrdi sensatiónin, men við Lionel Messi líknandi máli javnaði fyrst Pedri, áðrenn Pierre-Emerick Aubameyang vendi uppgerðini við sínum sjeyda máli í sjey dystum fyri FC Barcelona.

 

Lyon (1)–(0) FC Porto 1-1 (2-1 samanlagt)

 

Franska liðið er víðari, eftir at hava vunnið fyrra dystin 1-0, og kom á odda tíðliga í seinna dystinum við máli sum Moussa Dembele skoraði. Royndi Pepe javnaði í dystinum, men tað var ikki nokk til at venda uppgerðini.

 

West Ham (0)–(1) Sevilla 2-0 eftir longda leiktíð (2-1 samanlagt)

 

Stóra søgan í 1/8 finalunum er West Ham, sum vann samanlagt á søguliga fleirfaldu Europa League vinnarunum úr Sevilla. Tomas Soucek javnaði og sendi dystin í umdyst. Her fall tað ukrainska Andriy Yarmolenko at senda ein retur í málið, sum sendir West Ham víðari.

 

Eintracht Frankfurt (2)–(1) Real Betis 1-1 eftir longda leiktíð (3-2 samanlagt)

 

Týska heimaliðið hevði fyrimunin undan seinnu uppgerðini, men beint fyri tíð javnaði Borja Iglesias við at leggja Real Betis á odda. Í longdu leiktíðini var Guido Rodriguez óheppin gjørdi sjálvmál.

 

RB Leipzig – Spartak Moskva (Avlýstur)

 

UEFA hevur bannað øllum feløgum úr Russlandi í evropiskum fótbólti. Tí er týska RB Leipzig víðari til fjórðingsfinaluna.