West Ham fingið nýggjan venjara

Fyrrverandi kroatiskur landsliðsvenjari tekur yvir í London-felagnum

Eftir kappingarlok í Premier League var greitt, at Sam Allardyce steðgaði sum venjari hjá West Ham. Allardyce, ella "Big Sam", sum hann eisini verður nevndur, vandi felagið úr eystara partinum í London í fýra ár. Frá 2011 til 2015.

 

Nýggi venjarin er ein, sum føroyingar vanliga bara hava sæð í sjónvarpsskíggjanum um summarið, tá ið HM- og EM-endaspølini hava verið leikt. Hann eitur Slaven Bilic, og var hann landsliðsvenjari hjá Kroatia frá 2006-2012.

 

Slaven Bilic er ikki ókendur í West Ham. Hann umboðaði felagið sum leikari frá 1996-1997, har hann náddi 48 dystir.