Síðani 1904 hevur West Ham, sum heldur óvæntað stríðist um Champions League-pláss í ár, spælt á Boleyn Ground. Alt fær tó sín enda, tí at í komandi kappingarári fer West Ham at spæla á olympiska leikvøllinum í London, sum varð bygdur í samband við olympisku leikirnar, ið vóru í enska høvuðsstaðnum í 2012.
Á olympiska leikvøllinum er í løtuni pláss fyri 54.000. áskoðarum, men felagið úr eystara partinum av London hevur avgjørt at bøta um áskoðaraviðurskiftini á tann hátt, at tað fer at verða pláss fyri 60.000. áskoðarum til heimadystirnar hjá West Ham.
Hetta váttar West Ham á heimasíðu sínari.
Á Boleyn Ground, sum eisini er kent undir navninum Upton Park, er pláss fyri 35.000. áskoðarum. Tessvegna fer West Ham at hava pláss fyri 25.000. áskoðarum afturat teimum, ið pláss eru fyri í løtuni.
At West Ham fær pláss fyri 60.000. áskoðarum á sínum nýggja leikvølli merkir, at felagið saman við Arsenal fer at hava næstflest áskoðarapláss í Premier League. Manchester United eigur heiðurin av at hava flest áskoðarapláss á heimavølli sínum, Old Trafford. Á Old Trafford er pláss fyri gott 75.000. áskoðarum.