West Freezer kom mánadagin aftur av Bankanum við umleið 170.000 pundum. Meginparturin var toskur. Nakað var eisini av hýsu, longu og havtasku.
Tað hevur gingið rímiliga væl hjá West Freezer í ár, sigur Thomas Jacob á Løgmansbø, reiðari. Teir hava avreitt fyri einar fýra milliónir av trimum bankatúrum, sigur hann. Samanlagt hevur skipið í ár avreitt fyri einar 17 milliónir, letur reiðarin at.
Hendan seinasta bankatúrin høvdu teir 10 setur, sigur reiðarin. Eini 120.000 pund munnu vera toskur, restin er mest hýsa og longa og so kanska eini 5.000 pund av havtasku, væntar hann.
Íslandskvotan er fiskað í ár, og ein bankatúrur ella so er eftir. Farið veerður aftur á Bankan beinaveg, men tað verður helst seinasti túrurin fyri jól, væntar reiðarin á West Freezer. Annars verður tað vanligur fiskiskapur undir Føroyum, sum stendur fyri.
Tá skipið kom, frystu teir umborð. Men tað gekk einki serligt,og prísurin á frystum fiski lækkaði so munandi, at teir góvust heilt við tí fyri umleið einum ári síðan, sigur Thomas Jacob á Løgmnsbø.
Síðan hava teir bara ísað. Tað hevur eisini verið lættari at fingið fólk til styttru ísfiskartúrarnar, enn tað var at fáa fók til teir longu frystirúrarnar, sum vardu upp í einar seks vikur hvør túrurin.
Reiðaríið eigur eisini útróðrarbátin Presttanga, sum er smíðaður úr stáli.
Hjá honum hevur ikki ligið so væl fyri, sigur Thomas Jacob á Løgmansbø, tí hann hevur verið so ófriðaligur.
Stabiliteturin ehevur verið keðiligur, og tað hevur gjørt bátin sera óarbeiðsligan. Men nú er hann umbygdur og hevur fingið stabiliseringstanga umborð eisini, so nú man fara at hilnast betri, vænta teir í Miðvági.