Trolarin Brestir og línubátarnir Helena og West Freezer skulu fiska kvotuna í Grønlandi. West Freezer, sum hevur verið á Klaksvíkar Sleipistøð, kom av aftur sleipistøðini í morgun. Teir fara nú til Grønlands at fiska av føroysku kvotuni, sum tilsamans er 625 tons. Havnatrolarin Brestir og línubáturin Helena hava eisini fingið loyvi at fiska í Grønlandi - av føroysku kvotuni.









