West Freeser landað í Miðvági

Mánadagin landaði línuskipið, West Freeser, eini 80.000-90.000 pund í Miðvági

Fiskivinna

Stundum er langt ímillum landingarnar í Miðvági, men tað merkir ikki, at virkið hjá Føroya Fiskavirking liggur í fiskaloysi kortini. Ein stórur partur av veiðini, sum virkað verður á virkinum, kemur vestur í Vágar í bili.
Men mánadagin var línuskipið, West Freeser, á Miðvági við eini 80.000-90.000 pundum av fiski, harav stívliga 50.000 pund var hýsa, sum Fiskavirking í Miðvági keypti. Restin av veiðini hjá skipinum var toskur og annað.

Liðug hósdagin

Í Miðvági hava tey arbeitt alla hesa vikuna, men Jason Johannesen, virkisleiðari, væntar, at tey verða liðug í rímiligari tíð hósdagin.
Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági arbeiða tey serliga hýsu, sum fer til portiónir. Er lítil hýsa á marknaðinum ? ella hon er ov dýr at fáa hendur á ? verður nakað av upsa virkað til blokk.