Eitt stig var í kvøld nokk hjá West Bromwich, um teir vildu tryggja sær uppflyting til Premier League. Á heimavølli fingu teir vitjan av Southampton, sum framvegis er í niðurflytingarvanda. Southampton kom á odda í 77. minutti, men Chris Brunt javnaði fyri heimaliðið sjey minuttir seinni. Eina stigið sendur West Bromwich á eitt deilt fyrsta pláss saman við Stoke City.
Eitt umfar er eftir í The Championship, og kappingin um hitt uppflytingarplássið er framvegis hørð. Her liggur Stoke best fyri, men tapa teir næsta dyst, samstundis við at Hull vinnur sín dyst, verður tað gamla felagið hjá Julian Johnsson, Hull, ið sleppur at leika í Premier League komandi kappingarár.
Uppflytingin hjá West Bromwich er framvegis ikki endaliga tryggjað, men frálíka málúrtøka teirra letur einki ivamál vera. Skal uppflytingin fara fyri skeyti, skal West Bromwich tapa sín dyst, meðan Stoke og Hull skulu vinna sínar dystir við ávíkavist 17 og 12 málum.
Hetta er so ósannlíkt, at leikararnir vórðu heiðraðir eftir dystin í kvøld.