Wes Brown gevur avboð til landsliðið

Ígjár boðaði málverjin hjá Blackburn, Paul Robinson frá, at hann ikki longur hevur áhuga at spæla á enska landsliðnum. - Eg meti meg ikki verða eitt triðja ella fjórðaval sum málmansevni. Eg haldi, at hesin leikluturin er ógvuliga frustrerandi, segði Paul Robinson við BBC.

 

Nú hevur verjuspælarin hjá Manchester United, Wes Brown gjørt tað sama. Wes Brown slapp ikki við í HM-hópin hjá Onglandi, og hann sigur, at hann fer at brúka alla tíð og orku, fyri at stríðast fyri felagið hjá sær

 

- Aftaná eina langa umhugsunnartíð, so er tað við tungum hjarta, at eg havi tikið avgerðina um at gevast við landsliðsfótbólti. Nú eg eri vorðin 30 ár, so haldi eg tað er rætt at lata yngri spælarar sleppa framat.