Wenzel setir fokus á Focus

Í morgin sýnir P/F Wenzel fram á fyrsta sinni tann spildurnýggja Ford Focus

Ford Focus fæst í trimum ymiskum útgávum: Ambiente, Trend og Ghia. Í stuttum kann sigast, at Ford Focus Ambiente er familjuútgávan, Trend er meira »sportkendur« við sportsetrum og einum stívari undirvogni, meðan Ghia er luxusútgávan.

Allar útgávur hava 4 airbag og ABS bremsur við EBD sum standard.

? Vit kunnu longu frá byrjan bjóða Focus fram í trimum ymiskum motorstøddum. Tann spildurnýggi 1.6 liturs Zetec SE við 100 hk, umframt 1.8 litur Zetec E og 2,0 liturs Zetec E, siga teir hjá P/F Wenzel

Um ársskiftið fæst Focus eisini við einum 1,4 liturs Zetec SE og 1,8 liturs Endura DI Turbo diesel motori. Sereyðkenninið fyri allar hesar motorar er tann góði brennievnisøkonomiurin, sum fær Ford Focus at vera bíligan í rakstri, vilja teir hjá P/F Wenzel vera við.

Prísirnir á slíkum Ford Focus liggja úr 164.800 krónum. Fyri hendan prís kanst tú velja ein Focus Trend við trimum ella fimm hurðum ella ein Focus Ambiente við fimm hurðum. Um ársskiftið fæst Focus Ambiente 1,4 fyri einast 149.800 krónur.

Ford Focus er sera umhvørvisvinarligur. Nýtslan av PVC plasti er farin niður í eina helvt í mun til undanfarnar útgávur. Eisini kann meira enn 85% av Ford Focus endurnýtast.

Tey hjá P/F Wenzel gleða seg til hósdagin, tá Ford Focus á fyrsta sinni verður sýndur fram:

? Við hesum bili kunnu vit bjóða viðskiftafólki okkara tað nýggjasta innan tøknifrøði og teir bestu koyrieginleikarnar í einum bili í nýtímanssniði, siga tey.