Wenzel er nú Mazda-umboð í Føroyum

Umframt at selja Volvo og Ford selur P/F Wenzel nú eisini Mazda í Føroyum.

 

Tað er greitt, nú Bilasølan hevur latið umboðið frá sær.

Fyrr í vetur keyptu Christian Nagata og Hendrik Egholm Bilasøluna frá Gunnari Justinussen. Nú hava teir gjørt ta broyting, at lata Mazda-umboðið frá sær. Bilasølan selur nú VW, Audi og Skoda.

Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel, fegnast um nýggja bilmerkið hjá fyritøkuni.

– Mazda er ein góður bilur, japanskur bilur, sum vit gleða okkum at selja.

– Vit hava yvirtikið verkstaðið og bilarnar frá Bilasøluni, og vit fegnast um, at »Mazda eru komið heimaftur«, sigur Rúni Djurhuus skemtandi. Hann sipar til, at í Wenzel fyri nøkrum árum síðani hevði service upp á Mazda, tí at Ford átti í Mazdaverksmiðjuni.

Wenzel hevur fyri kortum bygt nýggjan framsýningarbygning til Volvo og Ford bilarnar. Fyribils verða Mazda bilarnir sýndir fram uttanfyri.

Men P/F Wenzel fer í næstum at byggja út. Felagið hevur saman við øðrum keypt trøðna hjá Kjartan Mohr sunnanfyri við Velbastaðvegin, og har er ætlanin at byggja nýtt verkstað, og har verða eisini umstøður at sýna fram Mazdabilarnar, sigur Rúni Djurhuus.

Átta Maszda-bilar eru seldir í Føroyum í ár. 

– Tað er alt ov lítið. Vit vænta í øllum førum at selja eina fimm bilar um mánaðin ella einar 60 árið, sigur Rúni Djurhuus.