Tað sigur Rúni M. Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel.
– Vit eru júst farin at grava út fyri nýggja verkstaðnum, sum skal loysa av okkara gamla verkstað í Akranesgøtu, sigur Rúni M. Djurhuus.
Í nýggja bygningurin verður eitt stórt nútíðarhóskandi merkaniskt verkstað við goymslu alt í einari hædd. Tað verður bygt á trøðini hjá Kjartan Mohr, sum er beint sunnan fyri Slættanesgøtu, har bilasølan hjá Wenzel er.
– Tað verða munandi betri umstøður og meira pláss. Í dag eru verkstað og goymsla á hvør síni hædd, og tað er ikki nøktandi, eins og plássið er alt ov lítið.
– Tá vit hava selt um 500 bilar í fleiri ár, so merkist tað eisini á verkstaðnum, sigur Rúni M. Djurhuus.
Hann sigur, at á nýggja verkstaðnum verða eisini góðar umstøður til elbilar, sum jú er ein kollvelting fyri mekanisku verkstøðini, og sum krevur bæði eyka útgerð og ikki minst eyka lærdóm til starvsfólki.
##med2##
Wenzel umboðar bilmerkini Ford, Volvo og Mazda í Føroyum.
Fyrsti bilur í Føroyum var ein Ford TT lastvognur, sum kom til Føroya 6. mai í 1922 – um fýra mánaðir verða tað hundrað ár síðani. Tá vóru teir báðir kendu bilmenninir í Føroyum Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum tá umboðaðu Ford í Føroyum og sum seldu fyrsta bilin til Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn.
Og Wenzel navnið hjá P/F Wenzel er eftir Wenzel Petersen, sum í mong ár átti fyritøkuna, sum gavst í kreppuni í nítiárunum. Abbasynir hjá Wenzel Petersen endurreistu fyritøkunum, sum síðani tá tvær ferðir hevur skift eigarar. Nú er tað Rúni Djurhuus, sum eigur og stjórnar fyritøkuni.