Wenger viðurkennir trupulleikar

Arsenal tapti leygardagin ímóti Stoke í Premier League, og hetta var tað seinasta av eini røð av vánaligum úrslitum hjá liðnum. - Vit hava trupulleikar. Vit mangla ikki sjálvsálit, tá vit spæla europeiskar dystir, men hinvegin eru vit ikki nóg skarpir at umseta kjansir til mál, sigur venjarin Arsene Wenger.Hann heldur, at fleiri av hansara spælarum sóu troyttir út í dystinum leygardagin, og tað gjørdi ilt verri, at fleiri spælarar fingu skaðar um vikuskiftið.