Wenger vanur við reytt

Tá Jens Lehmann varð rikin av vøllinum, var hetta fyrsta ferðin, síðan europeiska meistarakappingin skifti navn til Champions League, at spælari varð rikin av vølli í finaludystinum.
Hinvegin, so mundi hetta tó ikki vera nakað, sum skelkaði Arsene Wenger, sum nú hevur staðið á odda fyri Arsenal í eini 8 ár. Talan var nevnliga um 63. reyða kortið, sum Arsenal hevur fingið, meðan Wenger hevur verið í felagnum.