Wenger trýr uppá sigur

Arsenal-venjarin, Arsene Wenger trýr uppá, at Arsenal fer at vinna Champions League: - jú fyrr, jú betur, segði Wenger á tíðindafundi.

 

Wenger heldur, at tað er uppá tíðina, at eitt so stórt felag, sum Arsenal vinnur Champions League: - Vit elska at vinna, og tess meir tú vinnur, tess meir koma viðhaldsfólkini at elska og virða felagið. Støddin á felagnum krevur, at vit eru við at stríðast um at vinna Champions League. Og fyri hvørt heiti vit vinna, so gerst felagið størri, undirstrikar Wenger.

 

Arsene Wenger hevur saman við Arsenal tikið lut í 11 Champions League kappingum. Í 2006 tapti Arsenal 1-2 ímóti Barcelona í finaluni. Nú heldur Wenger, at tíðin er búgvin til at vinna tað stóra steypið.

 

- Eg eri meiri fokuseraður uppá at vinna hesa kappingina fyri felagið, viðhaldsfólkini og spælarnar, enn at vinna hana fyri mína egnu skuld. Tí eg veit hvat henda kappingin hevur at siga fyri tey. Mítt ynski og mál, sum venjari er at vinna alt, men tað er ikki møguligt. Arsenal hevur ongantíð áður vunnið Champions League, og eg ynski, at hesin hópurin skal vera tann, sum vinnur kappingini fyrstu ferð fyri Arsenal.

 

Arsenal hevur ongantíð áður møtt Manchester United í Champions League kappingini. Wenger ætlar ikki at spæla verjukent á Old Trafford í kvøld: Eg vænti og vóni, at bæði liðini fara at leypa á, bæði á heimavølli og á útivølli, staðfestir Arsene Wenger.