Barcelona hevur ákært Arsenal fyri at fiska eftir ungdómsleikarum sínum og vera ómoralskir, men nú svarar Arsené Wenger aftur. Tað gjørdist ilt millum sponsku meistarnar og Arsenal, tá London liðið fyri kortum skrivaði sáttmála við 16-ára gamla Jon Toral. Í Spania er ikki lov at skriva sáttmála við leikarar undir 17 ár, meðan aldursmarkið í Onglandi er 16 ár. Barcelona forsetin hevur ákært Arsenal fyri at útnytta hesa lógina við keypinum av 16-ára gamla Jon Toral. Arsenal hevur á sama hátt ogna sær leikarar sum Cesc Fabregas, Fran Merida og Ignasi Migul.
- Tit hava gloymt, at Jon Toral er úr Onglandi. Hann hevur enskt pass, mamma hansara er úr Onglandi og vónandi kemur hann til okkum í summar, sigur Arsené Wenger.
Arsenal skal bara gjalda góðar 2,5 milliónir fyri 16-ára gamla miðvallarin, sum verður mettur at hava eina bjarta framtíð.
- Vit hava eisini leikarar, ið eru farnir til onnur feløg í Onglandi. Tað sum vit hava gjørt er lógligt. Eg elski Barcelona, eg havi einki ímóti teimum, men tá ein spælari sum er hálvur eingilsmaður og hálvur spanióli vil sleppa til okkum, hví skulu vit nokta honum tað, spyr Arsené Wenger.
Forsetin í Barcelona, Sandro Rosell, ákærdi fyri kortum Arsenal fyri at fiska eftir 15-ára gomlum dreingjum runt um í Evropa, meðan hann segði, at í Barcelona uppaldu teir leikarar. Hesum er Arsené Wenger ikki samdur í.
- Far tú og hygg eftir ungdómsliðnum hjá Barcelona og sig mær hvar teir koma frá. Tá kunnu vit tosa víðari, sigur Arsené Wenger.
Arsenal og Barcelona hava gjørt mangan handilin gjøgnum tíðina. Leikarar sum Emmanuel Petit, Marc Overmars, Thierry Henry, Sylvinho, Cesc Fabregas, Fran Merida og Alexander Hleb hava skift millum liðini.
Liðini spæla seinnu 1/8 finaluna í Champions League 8. mars á Nou Camp í Barcelona. Í morgin skal Arsenal spæla Carling Cup finaluna móti Birmingham, men tað verður uttan Cesc Fabregas og Theo Walcott. Tað er óvist um teir verða klárir til dystin móti Barcelona, men tað tykist stór sannlíkindi, at Cesc Fabregas verður tøkur