Wenger svarar aftur: Stórur dagur í Arsenal

Arsenal hevur keypt Pierre-Emerick Aubameyang, og longt við Mesut Özil

Arsenal hevur keypt Pierre-Emerick Aubameyang frá Borussia Dortmund, og longt sáttmálan við lyklaspælaran, Mesut Özil, sum annars hevði kunnað farið úr felagnum ókeypis komandi summar.

 

Les eisini: Aubameyang til Arsenal

 

Tað sá einki út, tá Alexis Sanchez hugtungur fór av vøllinum um ársskiftið. Tey flestu mundu síggja, at maðurin ikki ætlaði sær at spæla við Arsenal longur. Størsta stjørnan fór til Manchester United, men við í keypinum kom Henrikh Mkhitaryan.

 

Í gjár tapti Arsenal fyri Swansea og er átta stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgong til Champions League komandi ár. Í dag er lagið tó betri á Emirates leikvøllinum. Arsenal hevur kunngjørt keypið av málsøkna framherjanum, Pierre-Emerick Aubameyang, fyri áleið 470 milliónir krónur. Eisini hevur týska stjørnan, Mesut Özil, longt sáttmálan við Arsenal fram til 2021.

 

Mest útskeldaði maðurin á Emirates leikvøllinum er venjarin, Arsene Wenger. Í longri tíð hevur ein partur av viðhaldsfólkunum hjá Arsenal ynskt, at venjarin síðani 1996 takkar fyri seg, tí gongdin seinastu árini ikki hevur verið so góð.

 

Nú er líkt til, at Arsene Wenger svarar aftur, eftir at Alexis Sanchez fór til Manchester United. Pierre-Emerick Aubameyang er høgt virdur framherji, sum fleiri stórfeløg hava verið eftir í longri tíð. Hartil er Mesut Özil at rokna sum ein stór stjørna, meðan fleiri viðmerkjarar meta, at Henrikh Mkhitaryan passar betri til Arsenal enn Manchester United.

 

Tó er líkt til, at Oliver Giroud fer til Chelsea, sum eisini hevur útleigað Michy Batshuayi til júst Borussia Dortmund. Sostatt verður helst talan um eina kabal við trimum rekkjum, sum nú ganga upp við at Arsenal keypir í Borussia Dortmund, sum síðani leigar úr Chelsea, har Cheslea so aftur keypir úr Arsenal.

 

Flytingarvindeygað fyri flestu londini í Evropa letur aftur í kvøld.