Arsenal-fjepparar eru í øðini í hesum døgum. Øll eru væl vitandi um, at Arsenal er sera væl fyri fíggjarliga og endar í topp-4 hvørt einasta ár, men kortini skal tað ómetaliga nógv til, áðrenn Arsène Wenger og Arsenal leggja neyðugu pengarnar á borðið fyri teir leikarar, ið kunnu skumpa liðið tað seinasta pettið á ovastu rók í Premier League.
Hetta er ein afturvendandi søga um Arsenal, sum ikki tykist at tíma at gera tær neyðugu íløgurnar fyri at vinna Premier League.
Í hesum døgum fær Wenger og felagið nógvar atfinningar. Í fleiri ár hava miðlar og fjepparar víst á, at Arsenal manglar ein áleypara í heimsflokki, men Wenger velur treytaleyst at halda fast við, at Olivier Giroud skal vera tann einasti dygdargóði framherjin hjá Arsenal.
Harafturat er eisini eyðsæð, at Arsenal manglar ein miðverja, tí at bæði Per Mertesacker og Gabriel eru langtíðarskaddir. Í premierudystinum í Premier League mannaðu blaðungu Calum Chambers og Rob Holding miðverjuna hjá Arsenal, og teir blivu fullkomiliga úrlatnir av skjótu álopsleikarunum hjá Liverpool. Arsenal tapti 4-3 ímóti Liverpool.
Ikki kann sigast annað enn, at Arsène Wenger er vanur við at svara somu spurningum hvørt einasta ár, sum snúgva seg um vantandi virksemið hjá Arsenal á leikaramarknaðinum.
- Eg haldi, at tað er sera torført at finna tann rætta leikaran. Øll feløgini eru úti á marknaðinum eftir teimum somu spælarunum, segði Arsène Wenger á tíðindafundi fyrr í dag.
Men hann leggur afturat, at hann hevur ætlanir um at styrkja Arsenal-liðið, áðrenn flytingargluggin steingir.
- Øll tykjast at vera sannførd um, at vit ikki vilja brúka pengar, men eg vil endurminna tykkum um, at Arsenal ikki hevur nakað ímóti at brúka teir pengar, sum felagið hevur. Og tað er eiheldur eg, sum eigi pengarnar, sigur Arsène Wenger skemtiliga at enda.
Seinastu vikuna hevur Arsenal verið í samráðingum við týska miðverjan hjá Valencia, Shkodran Mustafi. Sambært Sky Sports er Arsenal komið ásamt við Mustafi um ein sáttmála, men Arsenal og Valencia eru ikki blivin ásamd um prísin fyri týska miðverjan.