Wenger og Ferguson vilja báðir vinna

Arsene Wenger trýr enn uppá møguleikan at vinna Premier League: ?Tað hevði verið størsta bragdið á yrkisleið mínari, sum fótbóltsvenjari at vunnið Premier League. Tí vit svimja ímóti streyminum í løtuni. Fyri okkum er dysturin í dag, tann týdningarmiklasti dysturin í kappingarárinum. Vinna vit ikki hendan dystin hava vit ongan møguleika at vinna Premier League.? Arsenal eru 6 stig aftanfyri United, og 3 stig aftanfyri Chelsea. Tá umfarið er liðugt í dag, eru bara 4 dystir eftir, og tí eru Gunners pískaðir at vinna á Old Trafford í dag. Alex Ferguson hevur eins stóran tørv á einum sigri, fyri at halda munin til Chelsea. ?Um vit vinna á Arsenal í dag, so verður tað torført hjá teimum, eingin ivi um tað. Men vit mugu bara hyggja eftir okkara egna spæli, og koyra á. Hvør dystur má vinnast nú. Vit blakaðu tvey stig fyri borð ímóti Middlesbrough, og eru tí noyddir at vinna í dag.? Hørð skrá er fyri framman hjá Ferguson og United. Innanfyri 7 dagar skulu teir leika heima og úti ímóti Barcelona í Champions League, og úti ímóti Chelsea í Premier League.