?Hetta fer at drepa Premier League? sigur Arsene Wenger avgjørdur um uppskotið hjá FIFA-forsetanum; Sepp Blatter. Blatter vil, at hvørt lið eigur at stilla upp við einum minstatalið av heimligum leikarum. Blatter vil innføra eitt kvotakervið, sum tilskilar, at 6 heimligir leikarar eiga at byrja inni í einum dysti. Sum nú er, er Theo Walcott einasti onglendingurin, sum er í námind av 1. liðshópinum hjá Arsenal. ?Tað hevði verið tað besta fyri enska fótbólt, um fleiri enskir leikarar vóru í teimum bestu feløgunum.? sigur Alex Ferguson. Ferguson ásannar tó, at tað verður ringt at fáa Arsenal og Liverpool at ganga við til kvotakervið hjá Blatter. Blatter vil hava, at bert 5 útlendingar byrja inni á hvørjum liði. ?Tú kanst ikki áseta hetta við lóg, tá hetta er ímóti ES-lógum. Skal hetta vinna frama, mugu feløgini semjast um hetta innanhýsis.? leggur Ferguson aftrat.