?Øll vilja síggja hvør av Arsenal og Manchester United er tað besta liðið. Men eg haldi okkara kollektiva styrki fer at geva okkum ein fyrimun.? sigur Arsenal-venjarin Arsene Wenger. ?Vit eru í tí sterkastu støðuni vit hava verið í, higartil í hesum kappingarárinum. Bæði liðini fara at stríðast yvir evni fyri at kunna vinna toppdystin.? sigur United-venjarin Alex Ferguson. Wenger heldur eisini, at Arsenal og United eru liðini, sum í løtuni spæla tann besta fótbóltin, og hann vónar, at tað fer at síggjast aftur í dystinum á Emirates Leikvøllinum, í morgin!
?Fyri nøkrum árum síðani vektaðu liðini meiri tað likamligu styrkina. Nú leggja liðini størri dent á tað tekniska fótbóltsspælið.? leggur Wenger aftrat. Wenger metir, at stríðið um meistaraheitið fer at standa ímillum Arsenal, United, Chelsea og Liverpool. Wenger heldur eisini, at Blackburn ger tað gott. ?Eg viðsti, at Arsenal fór at gera tað gott hetta kappingarárið. Eg segði áðrenn kappingin byrjaði, at tað fór ikki at koma uppá tal, at Arsenal fór at verða 20 stig aftanfyri United, kappingarárið 2007-2008.? sigur Ferguson. Ferguson heldur eisini, at tað er í lagið, at Wenger læt Henry fara til Barcelona. ?Henry hevur tænt fyri seg í Arsenal!? heldur Ferguson. Hann vísir eisini á, at Wenger dugir væl at finna evnarík talentir til hópin hjá sær.









