Wenger ímóti transfervindeyga

Franski venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, heldur ikki, at eitt transfervindeyga mitt í ensku kappingini bara er eitt gott hugskot. Hann heldur, at spælaraskifti í januar mánaði kunnu broyta styrkini á teimum ymsu feløgunum.

- Til dømis kunnu feløg, sum mann ikki hevur spælt ímóti enn, gerast sterkari í januar, og tað er ikki heilt rættvíst fyri kappingina, sigur Wenger.

Higartil í januar hava ensk feløg brúkt eina lítla milliard krónur til spælarakeyp.