Wenger letur Vermaelen fara

Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur givið grønt ljós til at Thomas Vermaelen kann fara úr Arsenal.

Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur givið grønt ljós til at Thomas Vermaelen kann fara úr Arsenal.

 

28 ára gamli belgiski verjuleikarin hevur verið settur í samband við Manchester United.

 

Á einum tíðindafundi i dag segði Wenger: »Vermaelen er skaddur. Tað er møguligt, at hann fer«.

 

Vermaelen spældi 14 Premier League dystir fyri Arsenal seinasta kappingarár.

 

Wenger legði aftrat, at um Vermaelen fer, verður neyugt at finna ein avloysara.

 

- Um hann fer, noyðast vit at finna ein avloysara, tí hann er ein týdningarmikil leikari fyri okkum, sigur Arsene Wenger.