Í vikuni vann Christiano Ronaldo Ballon d´or - gullbóltin - á triðja sinni, og verður hann stórliga fagnaður av teimum flestu í fótbóltsheiminum, men tó ikki av øllum.
Ein, sum hevur ilt av Ballon d´or er franski høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger. Arsene Wenger velur nevnliga at boykotta slíkar heiðurshandanir, sum Ballon d´or.
Við enska blaðið The Guardian sigur Wenger: - Eg hevði ikki funnið uppá at atkvøtt fyri einum einstaklingi í Ballon d´or. Eg eri púrasta ímóti slíkum heiðrum. Eg elski liðspælið og virðismeti kollektivið. Eg hevði aldrin atkvøtt fyri einum einstaklingi, sigur ein bersøgin Arsene Wenger við The Guardian.