Wen Jiabao komin til Íslands

Kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, kom fyrrapartin til Íslands á almenna vitjan. Hann kom við flogfari til floghavnina í Keflavík, har Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, og Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, tóku ímóti.

Umleið 100 fólk eru í ferðalagnum hjá Wen Jiabao. Teirra millum eru nakrir ráðharrar, eitt nú handilsmálaráðharrin, sum hevði fund við Össur Skarphéðinsson í dag. Í ferðalagnum eru eisini 20 tíðindafólk frá teimum báðum størstu sjónvarpsstøðunum í Kina.

Wen Jiabao skal tosa við Jóhonnu Sigurðardóttir um møguligt samstarv í Arktis. Kinesisku umboðini vilja eisini hava samstarv við íslendingar um jarðhita.