Wembley fekk finaluna

Tað verður á Wembley at Champions League-finalan í fótbólti verður spæld í 2011. Hetta gjørdi UEFA av á fundi í gjár. Wembley kappaðist við Allianz Arenuna í Munchen og Olympiastadion í Berlin um heiðurin, og valið fall altso á søguliga vøllin í London. Á sama fundi varð gjørt av, at finalan í Europa League – fyrr UEFA Cup – verður spæld á Landsdowne Road í Dublin. Finalurnar í 2012 verða spældar í ávíkavist Munchen og Bucharest.