Wembley bara til fótbólt

Fótbóltur: Ætlanin um at gera rennibreyt kring vøllin á heimsins kendasta fótbóltsstadion er vrakað

Nú hevur enska fótbóltssambandið (FA) gjørt upp við seg sjálvt. Wembley Stadium í London skal framhaldandi verða eitt veruligt fótbóltsstadion, og tí verður ein ætlan um at gera rennibreyt kring vøllin løgd til viks.

Enski happadrátturin hevði annars latið fleiri enn 200 milliónir krónur, sum vóru oyramerktar til at gera Wembley til eitt stadion fyri frælsan ítrótt eisini, men teir pengarnar ætlar FA stutt og greitt at lata aftur til happadráttin. Teir verða ikki brúkir á Wembley.

Avgerðin hjá FA hevur við sær, at Wembley verður ikki partur av møguligum olympiskum leikum ella øðrum meistaraskapum í frælsum ítrótti, um slíkar kappingar verður latnar Englandi í lut at skipa fyri. FA heldur, tað hava størri týdning, at Wembley verður verandi eitt fótbóltsstadion uttan rennibreyt, og at leikvøllurin tí fær týðandi leiklut í royndini at fáa HM í fótbólti í 2006 til Englands.

Tað hevur leingi verið strongt hart á enska fótbóltssambandið fyri at fáa teir at gera Wembley til eitt stadion fyri frælsa ítróttin eisini, men tað, sum í eina tíð sá út til at fara at eydnast, er nú endaliga lagt til viks.

Framyvir skal Wembley brúkast til fótbóltsdystir og onkrar rugbydystir.

ek