Talan er um Wellness.fo, sum bjóðar seg fram við kosmetologiskum produktum og viðgerðum.
Wellness.fo heldur til á Áarvegi 4, í bygninginum hjá Hotel Hafnia. Tað er Martin Brodersen saman við Elisabeth Petersen, kosmetologi, sum reka fyritøkuna.
Wellness.fo umboðar m.a. amerikanska merkið Nu Skin, ið er nakað av tí besta og mest framkomna, sum finst innan húðviðgerð.
Produktini hjá Nu Skin innihalda hvørki mineralska olju ella alkohol.
Sum tað sæst í lýsing í bløðunum, er vørúrvalið og tilboðini hjá Wellness.fo rættuliga umfatandi, við kunnu nevna t.d. Galvanic Spa, Luksus Aroma Facial, Body Collection umframt ein Wellness- og fótrøktpakka, dýbdarreinsan, mýking og ryggviðgerð.
Har er nakað fyri bæði menn og kvinnur, sigur Martin Brodersen, sum leggur afturat, at til ber at tekna tey sum tekna seg sum lim í Wellness.fo við at gjalda eitt eingangsgjald upp á 141 krónur. Limirnir hava ymiskar fyrimunir og fáa t.d minst 20 prosent í avsláttri av útsøluprísunum. Møguleiki er hjá øllum at fáa eina ókeypis royndarviðgerð.
Umframt virksemið á Áarvegnum fara konsulentar frá Wellness.fo eisini at skipa fyri homeparties kring landið fyri bæði privatfólk og fyritøkur. Wellness.fo er opið: Mán.-hós. 11-17.30, frígg. 11-19 og leyg. 11-14.
mg.










