Føroyar kundu eins væl marknaðarført seg sum filmsland ella filmlocation, sum tað eitur á fakmáli. Men tað krevur, at vit gera vart við, at Føroyar eru til, og at vit seta tiltøk í verk, ið gera tað smidligt hjá útlendskum filmsfyritøkum at taka upp í Føroyum.
Fleiri fyrimunir í mun til onnur lond
Vit hava fleiri fyrimunir í Føroyum í mun til onnur lond. Fyri tað fyrsta hava vit eina stórsligna og ævintýrkenda náttúru við høgum tindum, brøttum bergum, djúpum dølum og grønum líðum. Fyri tað næsta eru vit serstakliga fleksibul – tað er skjótt at seta ting í verk í Føroyum, t.d. at stongja vegir fyri ferðslu og at fáa loyvi at taka upp ymsastaðni. Fyri tað triðja ger okkara stødd og góða samferðslukervi tað lætt og bíligt at koma runt uppá stutta tíð. Eitt filmslið kann taka upp í brattlendi í Suðuroy fyrrapartin og á sandinum í Saksun seinnapartin.
Hendir ikki av sær sjálvum...
Men eitt útlendskt filmslið kemur ikki til Føroyar at taka upp av sínum eintingum. Filmsvinnan í Íslandi blómar, tí at mann frá almennari síðu hevur valt at stimbra hesa vinnu.
Í Ísland hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa útlendsk filmslið til landið. Ein umboðsstova er stovnað, ið veitir ókeypis kunning til útlendsk filmslið um møguleikar at gera upptøkur í landinum. Harafturat hevur man lagt seg eftir at hava neyðuga útgerð til taks og at kunna bjóða góð upptøkuhøli og know-how. Hetta, saman við møguleikanum hjá filmsliðum at fáa 20 prosent av framleiðslukostnaðinum endurgoldnan, hevur virkað til at Ísland er vorðið eitt áhugavert filmsupptøkuland.
At menna Føroyar sum filmsland - ein íløga í framtíðina
Ein skipað tilgongd at menna Føroyar sum filmsland krevur bæði orku og fígging. Hinvegin kann ein stórfilmur, ið er tikin upp í Føroyum, hava risastóra ávirkan á føroyska samfelagið og ikki minst ferðavinnuna. Aftaná Lord of the Rings fóru fólk í hópatali til Nýsæland at uppliva Middle Earth, og filmar sum James Bond hava gjørt sítt til at filmsframleiðarar og ferðafólk valfarta til Íslands.
Eg dugi væl at ímynda mær, at næsti James Bond filmurin veður tikin upp í Føroyum. – Síggi longu fyri mær hvussu Daniel Craig situr við einum Dry Martini...shaken, not stirred... og nýtur útsýnið uppi á Reyðafelstindi aftan á ein strævnan dag í bjørgunum! Men tað krevur, at vit tora at gera eina íløgu í framtíðina ... you live to die another day ... Eg eri við!
Les meira um mínar hugsanir og hjartamál á HYPERLINK "http://www.tjodveldi.fo/margretha" www.tjodveldi.fo/margretha ella á Facebook.