Welcome to... Kollafjørð

Leygarmorgunin løgdu fólk til merkis, at skeltið, sum Tórshavnar kommuna hevur sett upp nakað sunnanfyri Landsfjósið norðanfyri bygdina í Kollafirði, hevði broytt orðaljó

Staðarnøvn

 

”Vælkomin til Tórshavn” - skrivað á føroyskum og enskum - hevur staðið á hesum skelti, sum stendur stutt sunnanfyri Landsfjósið norðanfyri bygdina í Kollafirði.

Men leygarmorgunin var orðaljóðið broytt. Nú stóð knappliga ”Welcome to Kollafjørð” - og ikki til Tórshavn.

 

Samanlegging

- og tó...

Eitt er, at kommunur leggja saman. Tað skilja ivaleyst nógv, sum nakað skilagott - og kanska neyðugt.

At skipa kommunur, stovnar, fyritøkur og vinnu í størri eindir, er uppi í tíðini, og tað er ”in”, sum vit plaga at siga.

Í flestu kommunum, har fólkaatkvøða seinastu árini hevur verið um samanlegging, hevur meiriluti verið fyri hesum.

Soleiðis var eisini, tá ið kollfirðingar atkvøddu fyri samanlegging við Tórshavnar kommunu.

At onkur hevur dittað sær at broytt skeltið sunnanfyri Landsfjósið, merkir ivaleyst, at tað eru borgarar, sum halda, at umsitingin í Tórshavnar kommunu kemur sær í so væl - at skriva ”Vælkomin til Tórshavn”, tá tað er Kollafjørður, tú kemur til og koyrir ígjøgnum.

 

”Upp á tíðina”

Á veg til Havnar leygarmorgunin, steðgaðu vit í einum handli í Kollafirði.

Fryntliga gentan, sum stóð aftanfyri diskin hendan morgunin, tá vit søgdu henni søguna, var ikki í iva:

- Tað er upp á tíðina, at onkur hevur skrivað tað á skeltið, sum rætt er, altso ”Vælkomin til Kollafjørð” - og ikki til Tórshavn.

Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í øðrum blaði.