Spanska U-21 landsliðið var omaná og á odda tað mesta av dystinum, men stutt fyri tíð eydnaðist tað Danny Welbeck at javna. Í hinum dystinum í bólki B, vann Tjekkia á Ukreina.
Spania kom á odda aftaná eitt korter eftir horna. Liðskiparin, Javier Martínez, setti høvdið á og tætt undir málinum stútaði Ander Herrera bóltin í málið. Á sjónvarpsmyndinum er eitt sindur torført at siga um Herrera nýtti hondina til hjálpar, men mál varð dømt.
Síðani spældi spanska liðið bóltin runt og kom av og á í góðar støður, men sjáldan var veruliga vandamikið frammanfyri enska málinum. Ikki fyrr enn móti endanum eydnaðist tað Onglandi at skora. Manchester United framherjin, Danny Welbeck, varð spældur leysur í brotsteiginum og skoraði trygt. Spania hevði bóltin í 59% av tíðini. Í hinum dystinum í bólki B vann Tjekkia 2-1 á Ukreina.
Bólkur B:
Tjekkia Ukreina 2-1 (0-0)
1-0 Borek Dockal, 49
2-0 Borek Dockal, 56
2-1 Maksim Beliy, 87
Spania Ongland 1-1 (1-0)
1-0 Ander Herrera, 14
1-1 Danny Welbeck, 88
1: Tjekkia 3 stig
2: Spania 1
3: Ongland 1
4: Ukreina 0