Weiwei latin leysur

Kinesiski listarmaðurin og samfelagsrevsarin Ai Weiwei er latin leysur. Tað skrivar almenna tíðindastovan Xinhua. Sambært tíðindastovuni slapp hann úr fongslinum, eftir at hann hevði játtað seg sekan í skattasviki og at rinda skattin, sum hann skyldar. Men vánalig heilsa er eisini er orsøk, skrivar Xinhua.

Ai Weiwei hvarv fyri tveimum mánaðum síðani, tá teir kinesisku myndugleikarnir fóru undir eitt átak ímóti samfelagsrevsarum.

Weiwei er kendur víða um heimin sum listarmaður, og hann hevur havt framsýningar í nógvum londum, eitt nú í Danmark.