66 ára gamli filmsframleiðarin Harvey Weinstein noktaði seg sekan í ákærum um neyðtøku og kynsligan ágang, tá hann í dag møtti í rættinum í New York. Tað skrivar Reuters tíðindastovan í dag.
Talan er um fyrsta rættarmálið móti Harvey Weinstein síðan í fjør, tá ein kvinna fyri og onnur eftir ákærdu hann fyri kynsligan ágang. Tilsamans eru yvir 70 kvinnur, ið ákært máttmikla filmsframleiðaran fyri kynsligan ágang, men í málinum, ið ákæruvaldið í New York hevur um hendi, er talan um tvær kvinnur, ið hava meldað filmsframleiðaran fyri kynsligan ágang.
Um dómarin metir, at filmsframleiðarin er sekur í ákærunum, so kann Harvey Weinstein verða dømdur til millum 5 til 25 ár í fongsul. Harumframt arbeiðir ákæruvaldið í Los Angeles og London við líknandi málum, ið kunna enda við fleiri rættarmálum.
Ákærurnar móti Harvey Weinstein setti veruliga gongd á #MeToo rørsluna, ið hevur ført til at kvinnur um nærum allan heim hava greitt frá teirra søgum um kynsligan ágang framdan av máttmiklum monnum.