We?ll hammer Hagar?s boys

London skamt fra Kings Kross, leygarmorgun um 11 tíðina. Barrvørurin er púra kykur, við ristandi hondum skrivar hann: ?England ? Denmark? á talvuna. Tveir svartir dreingir ganga fram við, eru ikki so vísir í, at Danmark fer at tapa í dag. Ongland heldur ondina, ein merkir tað allar staðir, á caféinum, á tokstøðunum, listaskálar og søvn eru nærum tóm, onkur amerikanari sløðist runt í gøtunum. Hetta er sum at vera við i cowboyfilmi, har Clint Eastwood ger seg kláran at fara út í sólina, showdown her í gøtunum í London, her er alt at vinna og alt at tapa. Onglendingar drekka longu øl fyri at dulma nervarnar.

Ferðamannabræv
Kim Simonsen skrivar úr London



The Sun skrivaði á degnum:?Danish quaking ? We? ll hammer Hagar?s boys?. At dreingirnir frá Onglandi vilja fáa danir at líða í dag, og hala teir úr VM. Meðan ein onnur Tabloid avís, hevur mynd av eini Carlsberg dós, ið eingilsmenn drekka sera nógvar av, har tað stendur: ?Probably the best player in the world? við mynd av enskum spælara. Ein skemtitekning vísir ein lítlan mann inni á eini pub, ið sigur:? A pint of Carlsberg, Please?, og eini 20 herðabreiðir fotbóltsáskoðarar venda sær við. The Sun heldur fyri á baksíðuni:?Put the Danes on the Plane?. Daily Express hevur stóra forsíðu, sum allar hinar avísirnar, í Onglandi í dag, har stendur:? Roar for England?s Lion?, og á síðu 2: ? No room for fear?, ið venjarin Sven-Goran Erikson helt fyri við ensku tjóðina áðrenn dystin, tí vit vilja møta Brasiliu. Lovað varð vinna eingilsmenn, fer ein jumbojet til Japan við konum, familju hjá spælarunum innan 24 tímar frá London, ein gáva til enska landsliðið.
The Times, er ein meiri álvarsom avís, íð heldur fyri, at Danmark er eitt gott land, og at: ? There? s nothing rotten in the state of Denmark?, sjálvt um hetta land hevur strammað teirra flóttafólkapolitik, teir fara entá aftur til víkinga tíðina, til 1864 og til annan heimsbardaga, tá danir hjálptu eini 7000 jødum til Svøríkis. Landið, ið fostraði Kierkegaard, Bohr, H.C. Andersen, Karen Blixen, Carlsberg øl og Helena Christensen. Einki nevnt um Piu Kjersgaard ella at Per Stig Møller kláraði seg sera illa í BBC sendingini Hard Talk um nýggja politikkin hjá dønum mótvegis innflytarum og flóttarfólki. Skribenturin hevur blandaðar kenslur, tí honum dámar so væl Danmark, serliga tí teir hava sagt nei til Euro og havt fleiri fólkaatkvøður enn nakað annað land í Eu, og endar tí við at siga, at: ?So let?s hear it for the Danes, Probably the best other country in the World Cup?.
Klokkan er 12.26 og eg eri, spentur, ávegis innar ein stóran enskan pub, har eru sjónvarp í hvørjum enda, men í dag keypa vit ikki Carlsberg, ella rópa á Danmark. Vóni at Hagar og teirra dreingir fara at vinna, men so fari eg at sleppa mær á dyr í góðari tið.
Men mær nýttist ikki at vera bangin, danir vóru sendir heim, frá 4 minutti. Stemningurin í London henda dagin var órealistiskur, fólk dansaðu á borðunum, á barruni og gøturnar vóru fullar av ungum monnum við flagginum bundið um hálsin.

Kim Simonsen, London