Gimsteinafelag Coronet, sum Aron Shym Jewelry eigur, hevur gjørt vesið, sum er úr gulli, og setrið sett við 40.815 diamantum.
Einki verður sagt um prísin fyri vesið, men tíðindastovan UPI skrivar, at Coronet vónar, at tað kann koma í Guinnes Rekordbókina sum vesið við flestu diamantunum.
Coronet hevur frammanundan sett tíggju heimsmet við framleiðslum sínum, eitt nú metið fyri tað urið, sum hevur flestar diamantar.
/ritzau/