Hvalbiar kommuna hevur bygt eitt sera snotuligt kommunalt wcið, sum liggur beint vestan fyri spæliplássið í bygdini. Her eru bæði umstøður hjá vanliga frískum fólki og hjá fólki við likamligum breki at vitja innar.
Men hetta lítla og fitta húsið er meiri enn eitt wcið, tí her eru eisini brúsur inni, um fólk ynskja sær eitt brúsubað.
Samstundis, sum nýggja wc'ið er ein tænasta til borgarar í Hvalbiar kommunu og borgarar, sum koma aðrastaðni, gevur hetta eisini møguleikar fyri eitt nú kamping, um kommunan fer at gera okkurt burtur úr teimum møguleikunum.
Sum skilst á Hvalbiar kommunu, kostar hetta kommunala wcið tað mesta av einari hálvari miljón krónum.
Kommunala wcið í Hvalba er opið frá klokkan 10 á morgni til klokkan 22 á kvøldi.