Hvørki Chelsea ella Arsenal fáa gleði av Wayne Rooney komandi kappingarár. Tað staðfestur Sky Sports í dag.
Serliga Chelsea hevur dyrgt eftir enska landsliðsspælaranum hjá Manchester United, sum fyrr hevur ætlað sær úr Manchester felagnum. Eftir málleysa javnleikin í gjár á Old Trafford spældi José Mourinho, venjari hjá Chelsea, bóltin í føturnar á Wayne Rooney.
- Maðurin, sum byrjaði søguna við at siga, at hann vildi sleppa til okkum, verður noyddur at gera ein enda á søguni. Hann má siga um hann vil skifta ella ikki, segði José Mourinho á tíðindafundinum eftir dystin.
Hetta var sambært bretskum miðlum ein roynd frá José Mourinho og Chelsea, at fáa Wayne Rooney at lata eitt sokalla “transfer request” inn, sum er ein umbøn um at sleppa úr felagnum.
Sky Sports veit í dag at siga, at Wayne Rooney ikki er sinnaður at lata eina slíka umbøn inn. Sostatt verður Wayne Rooney framhaldandi spælari hjá Manchester United, hóast hann í fleiri ár hevur verið settur í samband við onnur feløg sum Real Madrid, Barcelona, Manchester City, Arsenal og nú Chelsea.
José Mourinho sigur, at hann hevur eina sokallaða “Plan B”, sum sambært bretskum miðlum er fyrrverandi Barcelona og Inter Milan framherjin, Samuel Eto’o. Hann spælir við nýríka Anzhi, sum tó er í holt við eina útsølu. Tað er høvðusorsøkin, at Chelsea nú hevur vent eyguni eftir framherjanum úr Kamerun.
Flytingarvindeygað letur aftur mánakvøld á midnátt.