Wayne Rooney vísir vegin

Manchester United er aftur fimm stig fremst í Premier League. Teir vunnu í dag 4-0 á Aston Villa, sum tó kendu seg snýttar, tá Manchester United tíðliga í dystinum fekk brotsspark.

 

Mest umtalaða støðan í dystinum kom longu aftaná seks minuttir, tá fyrrverandi Aston Villa vongurin, Ashley Young, heldur lættliga fór umkoll í Aston Villa brotsteiginum. Dómarin peikaði á brotssparksplettin, men Aston Villa leikararnir vóru alt annað enn nøgdir við dømingina. Wayne Rooney skoraði upp á brotssparkið.

 

Stutt fyri hálvleik økti Danny Welbeck fyri heimaliðið, sum leikliga var greitt omaná. Eitt korter fyri tíð økti Wayne Rooney, sum nokk ikki hevði sín besta dyst í eini Manchester United troyggju. Í yvirtíðini staðfesti Nani dystin, tá varð spældur leysur og skoraði.

 

Manchester United er nú aftur fimm stig fremst í Premier League.

 

Premier League:

 

Manchester United – Aston Villa 4-0