Enski landsliðsliðskiparin, Wayne Rooney er ikki til reiðar at fara í snaruna, sum nógvir enskir ítróttarmiðlar hava hug at fara í, nevnliga at undirmeta íslendska liðið, sum Ongland skal spæla áttandapartsfinalu í Nice, mánakvøldið klokkan 20.
Um íslendska liðið segði Wayne Rooney á tíðindafundi: - Íslendska liðið er væl skipað, og teir eru ringir at bróta niður. Dysturin ímóti Íslandi verður líkur dystunum teir higartil hava spælt í EM-endspælinum. Vit eru greiðir yvir, at hetta verður ein torførur dystur, og tað verður meir enn torført at bróta teir niður. Vit verða noyddir at spæla við høgari leikferð, og vit mugu royna at lokka íslendingar fram á vøllin, og so mugu vit taka av málmøguleikunum vit fáa ímóti íslendingum, segði Wayne Rooney á tíðindafundinum.
Wayne Rooney spælir sín landsdyst nummar 115 fyri Ongland mánakvøldið. Í hesum 115 landsdystunum hevur hann skotið 52 mál, sum er met fyri enska A-landsliðið. Við 115 landsdystum verður Wayne Rooney javnur við David Beckham, sum árini 1996-2009 spældi 115 landsdystir fyri Ongland. Enska landsliðsmetið eigur gamla málmanslegendan, Peter Shilton, sum árini 1970 til 1990 spældi 125 landsdystir fyri Ongland. Wayne Rooney er bara 30 ára gamal, so hann kann saktans koppa metinum hjá Peter Shilton komandi árini.









