Derby County hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein 18 mánaðar sáttmála við Wayne Rooney, sum verður bæði spælari og partur av venjaratoyminum.
Derby County, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi, hevur sett fyrrverandi hollendska landsliðspælaran, Phillip Cocu, sum venjara. Hann tekur við eftir Frank Lampard, ið var venjari farna kappingarár. Hann er nú venjari hjá Chelsea.
##med2##
33 ára gamli Wayne Rooney hevur seinastu tvey árini spælt við DC United í USA. Derby County hevur júst gjørt sáttmála við veddingarfyritøkuna 32Red. Wayne Rooney fer at spæla við nummar 32 á rygginum og sum skilst, so er tað ein partur av avtaluni, har 32Red við at rinda lønina hjá fyrrverandi enska landsliðsspælaranum.