Wayne Rooney sigur orsaka

Wayne Rooney er ongantíð langt frá yvirskriftinum og í gjár stjól hann tvær yvirskriftir. Fyrst fyri sítt hattrick og síðani fyri at banna beint í eitt myndatól. Síðani Wayne Rooney sum 16-ára gamla steig fram á enska og altjóða fótbóltspallin, hevur hann ikki kunna vent sær fyri fjølmiðlinum. Privatlívið hjá honum er endavent í bløðnum fleiri ferðir, hansara evni sum fótbóltsspælari tryggja honum javnan forsíðurnar í ítróttarmiðlinum, men eisini hansara óvani at banna fyri opnum skermi hevur nú fingið enska fótbóltssambandið og ensku fjølmiðlarnir at seta nýtt fokus á Wayne Rooney.

 

Manchester United er aftanfyri 2-0, tá klokkan á Upton Park vísur 65 min. Tá dysturin var liðugur hevði Wayne Rooney skorað hattrick og Manchester Unied vann 4-2. Wayne Rooney er aftur í brennideplinum fyri síni góðu avrik.

 

Men í somu løtu sum hann fullfíggjar sítt hattrick við brotssparki gleppur helst mest vanliga orðið á vøllinum í Premier League úr munninum á honum.

 

- F**K!, sigur framherjin hjá Manchester United sum hevur verið undir nógvum trýsti fyri síni avrik seinasta árið.

 

Men tað er ikki lov longur, tí nú hevur enska fótbóltssambandið boðað frá, at teir fara at kanna nærri um Wayne Rooney skal hava leikbann fyri hendingina. Sjálvur var Wayne Rooney skjótur at siga orsaka fyri hendinga og segði at kenslurnar tóku ræðið á honum. Enska fótbóltssambandið hevur seinastu tíðina roynt at ført eina sokallaða ?Respect Campaign?, sum nú kann koma at raka Wayne Rooney.

 

Wayne Rooney er fyrr fangaður fyri at siga nøkur minni pen orð um ensku áskoðarnar undir HM 2010 endaspælinum í Suðurafrika.

 

Enskir miðlar so sum The Guardian og Dailymail rokna tó við, at Wayne Rooney sleppur við eini ávaring, men er enska fótbóltssambandið fari ov lang við sínum reglugerðum nú? Um Wayne Rooney fær leikbann, skal so hvør maður, ið sigur ?F**K? ella bannar á vøllinum eisini hava leikbann?