Wayne Rooney og Manchester United avsanna søgur um sølu

Bretsku fjølmiðlar vilja verða við, at Wayne Rooney verður seldur í januar, men í einum felagstíðindaskrivi frá Wayne Rooney og Manchester United avsanna báðir partar søguna.

 

Millum jól og nýggjar gjørdist Sir Alex Ferguson í øðini inn á Wayne Rooney, tí hann hevði verið úti saman við konuni og tveimum liðfeløgum eftir 5-0 sigurin á Wigan 2. jóladag. Venjarin valdi at revsa Wayne Rooney við eyka venjing og eini bót, umfamt at hann als ikki var í hópinum móti Blackburn.

 

Avrikið hjá Wayne Rooney móti Newcastle herfyri var eisini langt undir hansara vanliga stigi og tí tykist søgan hava fingið fleiri bein at ganga á.

 

- Ein og hvør ábending um at Wayne Rooney og Manchester United skulu skiljast eru tað reina tvætl, stendur í tíðindaskrivinum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at trupulleikar hava verið millum Wayne Rooney og Sir Alex Ferguson. Í oktobur 2010 boðaði Wayne Rooney frá, at hann ikki var sinnaður at halda fram í Manchester United, men skrivaði tveir dagar seinni undir nýggjan 5-ára sáttmála, sum tá var mettur at gera Wayne Rooney til best lønta leikaran í Premeir League.

 

- Vit kunnu vissa øll Manchester United viðhaldsfólk um, at bæði Wayne Rooney og Manchester United er sinnaði at halda fram við samstarvinum, stendur at lesa víðari í tíðindaskrivinum sambært BBC.

 

Manchester United skal sunnudagin spæla grannauppgerð móti Manchester City í 3. umfari av FA Cup.