Manchester United vann ikki ein tann einasta dyst í desember, men nú ber aftur til. Liðið vann 2-1 á Swansea á Old Trafford. Wayne Rooney skoraði forloysandi málið, tá hann hegnisligan halaði bóltin í málið.
Anthony Martial legði Manchester United á tíðliga í seinna hávleiki, men íslendski Gylfi Sigurdsson javnaði tjúgu minuttir fyri tíð. Stutt seinni kom so forloysandi málið, tá Wayne Rooney sendi eitt flatt innlegg í málið við halinum.
Liverpool fyrr í dag 2-0 fyri West Ham á Upton Park í London. Sigurin var væl uppiborin, tí Liverpool vóru at kalla púra vandaleysir í brotsteiginum. Í hinum endanum stútaðu bæði Michail Antonio og Andy Carroll bóltin í málið.
Arsenal greiddi sína skyldu móti Newcastle á heimavølli. Dagsins hetja varð franski miðverjin, Laurent Koscielny, sum skoraði einsamalla málið í dystinum. Aston Villa er so gott sum flutt niður, eftir at teir taptu fyri Sunderland.
Premier League 20. umfar:
West Ham – Liverpool 2-0
Arsenal – Newcastle 1-0
Leicester – Bournemouth 0-0
Manchester United – Swansea 2-1
Norwich – Southampton 1-0
Sunderland – Aston Villa 3-1
WBA – Stoke 2-1
Watford – Manchester City 17:30