Wayne Rooney hevur játtað seg sekan í ósømuligum málburði, men hevur valt at kæra leikbannið, ið eini roynd at sleppa at spæla í FA Cup hálvfinaluni móti Manchetser City. Manchester United hevði til klokkan 18 í kvøld at kæra dómin, sum Wayne Rooney hevur fingið fyri at banna í eitt upptøkutók í dystinum móti West Ham í vikuskiftinum. Manchester United hevði tríggjar møguleikar. Játta seg sekan og góðtaka dómin, játta seg sekan, men kæra longdina á leikbanninum ella ikki játta seg sekan.
Manchester United og Wayne Rooney valdu at játta seg sekar, men samstundis kæra longdina á leikbanninum. Tapur Wayne Rooney kæruna, so kann leikbannið leingjast við einum dysti.
Sum nú er, so skal Wayne Rooney sita yvir í dystinum móti Fulham í Premier League og Manchester City í FA Cup hálvfinaluni. Verður leikbanniå longt, so skal 25-ára gamli framherjin eisini sita yvir í Premier League dystinum móti Newcastle.











