Wayne Rooney skoraði einsamalla málið á Stamford Bridge í kvøld, meðan Barcelona við stórsigri hevur beina leið móti hálvfinaluni.
Manchester United vann 1-0 á Chelsea á Stamford Bridge við góðu máli frá Wayne Rooney. Hesa ferð bannaði hann ikki eftir málið. Á Nou Camp vann Barcelona 5-1 á Shakhtar Donetsk. Fimm ymiskir leikarar skoraðu málini.
Frá byrjan vóru øll eygu vend móti Wayne Rooney. Hvørja ferð hann nam við bóltin, so vóru Chelsea viðhaldsfólkini eftir honum. Fyrra hálva av fyrra hálvleiki var jøvn, men tá klokkan vísti 24 minuttir slóð Wayne Rooney til. Michael Carrick sendi ein langan bólt út í vinstru, har Ryan Giggs við einari frálíkari fyrstuferð bóltrøring kom framvið Chelsea verjuni og legði bóltin fyri føturnar á Wayne Rooney. Sjálvt um málið var forbannað gott, so bannaði Wayne Rooney ikki hesaferð!
Stutt fyri hálvleik var Chelsea um repppi at javna. Fyrst rakti Didier Drogba stongina. Síðani fylgdi Frank Lampard upp, men á sjálvari málstrikuni stóð Patrice Evra og bjargaði.
Í seinna hálvleiki tóktist Manchester United hava tamarhalda á tí mesta. Chelsea hevði torført við at spæla seg fram til vandamiklar málmøguleikar, hóast teir í løtum komu í góðar støður. Nærmast kom Fernando Torres við stútara, men 40-ára Edwin van der Sar var í fullari longd og fekk hondina á. Í evstu løtu vildi Chelsea hava brotsspark og viðmerkjarin hjá ITV 1 var samdur við Chelsea leikarunum.
Undan dystinum á Nou Camp segði Barcelona venjarin, Pep Guardiola, at hann hevði eina ringa kenslu undan dystinum. Tað vóru eisini fleiri fótbóltsviðmerkjarar, ið vildu vera við at Shakhtar Donetsk als ikki skal undirmetast. Men dysturin á Nou Camp var bara tveir minuttir gamal, tá Andrés Iniesta legði Barcelona á odda. Hann var heldur heppin at fáa fatur á bóltinum, men frammanfyri málmanninum var hann tryggur.
Tíggju minuttir fyri hálvleik økti høgri bakkurin, Dani Alves. Andrés Iniesta sendi eina millimetur beina avlevring til Dani Alves, sum rak framvið málverjanum og legði Barcelona á odda 2-0 Shakhtar Donetsk hevði onkrar møguleikar at skora, men antin raktu teir ikki málið ella stóð Victor Valdés í vegin.
Í seinna hálvleiki var miðverjin, Gerard Pique, heldur heppin at økja eftir horna. Yaroslav Rakitskiy kláraði akkurát at minka um munin áðrenn Seydou Keita økti aftur, eftir avlevering frá Lionel Messi. Stutt fyri tíð økti Xavi til endaliga úrslitið 5-1.
Við greiða sigrinum tykist tað sannlíkt, at onnur hálvfinalan í Champions League verður millum Real Madrid og Barcelona.
Champions League fjórðingsfinalur úrslit:
Barcelona ? Shakhtar Donetsk 5-1
1-0 Andrés Iniesta, 2
2-0 Dani Alves, 34
3-0 Gerard Pique, 53
3-1 Yaroslav Rakitskiv, 59
4-1 Seydou Keita
5-1 Xavi, 86
Chelsea ? Manchester United 0-1
0-1 Wayne Rooney, 24










